top of page

Upphiting

(Ókeypis atgongd - pláss er fyri 1500 fólkum)

Stuðlað upphitingina hava:

image.png
AtlanticAirways.png
WENZEL-FO_logo_PAN281.png
Sponsor-logos.png
CARLS-OSLO.jpg

CARLS

Fríggjadag & týsdag
GATEWAY-STUDIOS-OSLO.jpeg

GATEWAY STUDIOS

Sunnudag

Góðu fjepparar

 

Í sambandi við dystirnar í Oslo, verður skipað fyri upphiting, har vit savnast til eitt hugnaligt tiltak áðrenn dystirnar. Tað eru stuðlarnir Atlantic Airways, Wenzel, Effo og Føroya Banki sum skipa fyri.

​

Tiltøkini eru góð høvi at hitta aðrar føroyingar í Oslo, og samstundis er tiltakið upphiting til dystirnar, har vit saman fara at heppa á Føroyar.​​ Tónleikur: DJ Petur Háberg - RSP - SWANGAH

​​

Upphitingin er ókeypis, og øll eru vælkomin.

​​Fríggjadagin 16. januar:
  • Upphiting á CARLS frá 14.30 - 18:30 
    Dysturin móti Sveis byrjar kl. 20.30.​​​​​

​

Tað vera nógvir føroyingar til dystirnar, og tí verður mælt til, at møtt verður í Unity Arena minst ein tíma, áðrenn dystirnir byrja.

​​​

Tað tekur uml. 7-10 min. at koma við hýruvogni frá sentrum til CARLS, har alt húsið er sett av til føroysku fjeppararnar.

​

Niðara hædd

Familjusona - til familjur við børnum upp til 18 ár.​

​

Ovara hædd

Vín- og drinksbarrin er í erva, og har er 20 ára aldursmark (sambært norsku reglugerðini).

​​

Matur & drekka

Til ber at velja ímillum 3 sløg av pitsa (Red Diavoloa, Parma og Amatriciana) - prísur 200 NOK (uml. 125-130 kr.). Útvaldar drekkivørur (húsins vín, Frydenlund øl og glutenfrí øl) verða seldur við 15% avsláttri til upphitingina.

Staðseting CARLS

Trondheimsveien 113, 0571 Oslo

1.png
​​​​Sunnudagin 18. januar:
  • Upphiting á Gateway Studios frá 14.30. Dysturin móti Montenegro byrjar kl. 18.00.

​​

Tað tekur uml. 17-20 min. at koma við hýruvogni frá sentrum til Gateways Studios, har føroysku fjeppararnir fara at savnast í Gateway Studios.​ Tað tekur 5 min. at ganga frá Gateway Studios til United Arena Oslo.

​​​​

Drekkivørur o.a.

Fyri at keypa øl og vín, má ein verða fyltur 18 ár. Fyri at keypa drykkir við spiritusi, má ein verða fyltur 20 ár. Havi samleikaprógv við.​

​​

Prísir:

  • Øl = 100 NOK (uml. 60-65 kr.)

  • Drykkir = 110 NOK (uml. 70-75 kr.)

Staðseting Gateway Studios

Forneburingen 53, 1360 Fornebu

OsloFO-2026_PRE&AFTERPARTY POST (1080 x 1080 px).png
​​Týsdagin 20. januar:
  • Upphiting á CARLS frá 14.30 - 18:30
    Dysturin móti Slovenia byrjar kl. 20.30.​​​

​

Tað vera nógvir føroyingar til dystirnar, og tí verður mælt til, at møtt verður í Unity Arena minst ein tíma, áðrenn dystirnir byrja.

​

Tað tekur uml. 7-10 min. at koma við hýruvogni frá sentrum til CARLS, har alt húsið er sett av til føroysku fjeppararnar.

​

Niðara hædd

Familjusona - til familjur við børnum upp til 18 ár.​

​

Ovara hædd

Vín- og drinksbarrin er í erva, og har er 20 ára aldursmark (sambært norsku reglugerðini).

​

Matur & drekka

Til ber at velja ímillum 3 sløg av pitsa (Red Diavoloa, Parma og Amatriciana) - prísur 200 NOK (uml. 125-130 kr.). Útvaldar drekkivørur (húsins vín, Frydenlund øl og glutenfrí øl) verða seldur við 15% avsláttri til upphitingina.

Staðseting CARLS

Trondheimsveien 113, 0571 Oslo

3.png
EHF2026_1240x480_4.png

OSLO.FO

image.png
AtlanticAirways.png
WENZEL-FO_logo_PAN281.png
Sponsor-logos.png
bottom of page