Upphiting verður í Trier
- Bárður Mikkelsen

- Nov 11
- 1 min read
Updated: 2 days ago

Áðrenn dystirnar skipa Effo, Atlantic, Føroya Banki og Wentzel fyri ókeypis upphiting í Trier. Upphitingin verður á SWT Arena.
Til upphitingina bjóða vit andlitsmáling og klapparar.
Nær verður upphiting:
Mikudagin 26. nov. lata dyrnar til upphitingina upp kl. 18.00. Dysturin móti Montenegro byrjar kl. 20.30.
Fríggjadagin 28. nov. byrjar upphitingin kl. 18.00. Dysturin móti Spania byrjar kl. 20.30.
Sunnudagin 30. nov. byrjar upphitingin kl. 13.30. Dysturin móti Paraguay er kl. 15.30.
Tiltakið er eitt gott høvi at hitta aðrar føroyingar í Trier, og tiltakið er somuleiðis ein upphiting til dystirnar, har vit saman fara at koyra á Føroyar.
Mynd: jn.fo



