top of page


TÍÐINDI


Fjepparaætlan sunnudagin
Her er fjepparaætlan sunnudagin móti Montenegro, so vit øll í felag kunnu skapa ein fantastiskan stemning. Tá spælararnir verða róptir inn, og ljósið sløknar, tendra vit øll ljósið á telefonini. Tá ið klokkan vísir 10:00 min inni í dystinum, syngja vit øll “Hvít sum kavi, blá sum havið” hjá Terja Rasmussen Tá ið klokkan vísir 20:00 min inni í dystinum, syngja vit øll “Lívsmynd” Tá ein leikari skorar, rópa vit eftirnavnið


Upphiting sunnudagin
Sunnudagin verður upphiting í Gateway, sum liggur 5 min. til gongu frá stadion. Upphitingin letur upp kl. 14.30, og øll eru vælkomin. Børn sleppa inn við foreldrum. Har vera fleiri starvsfólk til arbeiðis enn tað var til afterparty. Vit síggjast!


Familjuøkið til upphiting
Familjuøkið til upphitingina til familjur við børnum undir 18 ár í CARLS er tíverri avmarkað orsakað av strongu norsku skilhaldsreglunum. Tað merkir tíverri, at børn og ung undir 18 skulu halda seg á avmarkaðum øki, har tað ikki er atgongd til restina av hølunum.


Blusur og annað til sølu til upphiting
Sport24 selur landsliðsblusur og ymiskt annað til upphitingina.


Vegleiðing frá Lysaker til Unity Arena
Tá tit skulu til dystirnar, hevur EHF hongt skeltir upp í Lysaker støðini, sum vísa vegin til Unity Arena. Skeltir hanga á veggjum, stólpum og ljósastólpum. Tey eiga at vera lætt at síggja. Frágreiðing: Tá tú kemur á tokstøðina, far upp trappurnar í gula glasbygninginum, sum liggur beint yvirum fyrsta vegin, tú sært. Pílurin vísir “Lysaker Torg”, og okkara skelti vísir “Unity Arena”. Haðani skalt tú fylgja øllum pílunum, sum vísa móti UNITY ARENA og/ella Fornebu.


Róp undir dystunum
Rópini til dystirnar eru m.a. hesi: FØROYAR RÓP Tú skal klappa tá tú ert í góðum lag Øll sum elska Føroyar Hoppa nú Koyr á føroyar, koyr á!! FØØØØØØROYAR!. FØØØØROYAR! FØØØØØROYAR! ( FLAGG UPP) Alé! Vit eru føroyingar, vit eeru føroyingar, vit eru Føroyar - Føroyar, Føroyar, Føroyar Kom so Føroyar hvítir bláir! Kom so Føroyar hvítir bláir! LEIKARAR: Elias/Rói Du du du du du du du du du du du du du du du du du du Skipagøta (lag: luiz suarez) Tróndur: Tróndur Mikkelsen, Mikke


Samlað yvirlit - upphiting og afterparty
Stuðlarnir Atlantic Airways, Wenzel, Føroya Banki og Effo skipa fyri upphiting og afterparty. Omanfyri síggja tit eitt samlað yvirlit yvir tíð og stað v.m. Les meira um upphitingina her og um afterparty her . Vit gleða okkum til at síggja tykkum á CARL’S og Gateway.


Kunning í samband við Oslo fráferðir 14. - 16. januar
Í døgunum 14., 15. og 16. januar 2026 verða íalt 17 fráferðir úr Vágum til Oslo, umframt regluligu flogferðsluna. Sostatt koma óvanliga nógv fólk at ferðast um flogvøllin hesar dagarnar. Hjá Vága Floghavn, Atlantic Airways og DutyFree eru vit til reiðar at avgreiða tey fleiri enn 3.000 ferðandi til Oslo. Fyri at fáa alt at ganga so smidligt sum gjørligt, heita vit á fólk um at taka fylgjandi atlit: Møtið í góðari tíð Tá stutt er ímillum fráferðirnar, kann roknast við bíðirøðu


Undanbílegg landsliðsblusurnar
Tað er møguligt at undanbíleggja EM-blusurnar, so tær eru klárar til avheintan á upphitingartiltakinum í Carls í Oslo . 📍 CARLS Trondheimsveien 113, 0571 Oslo Blusurnar kunnu heintast á CARLS frá kl 14.30. Bílegg á skálkur.fo Sport 24 fer at selja landsliðsblusur til øll upphitingstiltøkini, sum síggjast á Oslo.fo . Yvirlit yvir tiltøkini sæst á: https://www.oslo.fo/upphiting Vit síggjast í Oslo til eitt fantastiskt hondbóltsævintýr!
bottom of page



